Lagaligari fyri bygdafólk

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av at broyta upptøkureglarnar til barnaansing, so at tað nú verður lættari hjá bygdafólki, ið hava í umbúna at flyta til høvuðsstaðin, at fáa børnini á stovn beinan vegin, tá ið flutt verður.
Áður hevur tað verið so, at tað ikki hevur borið til at skriva børnini upp til barnaansing, um tú ikki ert búsitandi í kommununi. Nýggju reglurnar hava tó við sær, at bygdafólk og útisetar nú kunnu skriva børnini upp á bíðilista eitt hálvt ár, áðrenn flutt verður. Tískil skuldi tað borið til hjá teimum flestu at fáa børnini inn á stovn, so skjótt sum tey eru komin í kommununa.