Lagaligar tíðir fyri Javnaðarflokkin

Nú er rættiliga farið at lýsa í eystri, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, tá ið hann setti landstingið hjá flokkinum í gjárkvøldið. Tað er somuleiðis longu nú greitt, at hann verður formaður í Javnaðarflokkinum í minst eitt ár afturat Hesi seinastu nógvu árini hevur ein náðileys jagstran eftir profitti og avkasti havt fastatøkur á fólki og samhaldsfesti varð sett við ytstu dyr.

Við hesum orðunum setti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, landstingið hjá flokkinum í Klaksvík í gjárkvøldið.

- Hetta var gongdin heilt til nú, fíggjarkreppan skræddi leiktjaldið frá og vísti okkum ta røttu myndina, legði hann afturat.

Men hann vísti á, at nú eru politisk kyrrindi og politiska rákið vendir.

-Løtan er lagalig fyri Javnaðarhugsjónina segði hann og hann heitti á flokkin um at brúka støðuna, sum var íkomin.

- Nú lýsir veruliga í eystri, segði formaður floksins.

Og nú landsfundurin er settur, er tað somuleiðis greitt, at Jóannes Eidesgaard verður verandi formaður floksins í minst eitt ár afturat, tí tá ið formansval verður seinni í dag, er tað greitt, at hann fær onki mótvalevni.

Uppskot til mótvalevni til fomanssessin, skuldi vera flokkinum í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin, men onki uppskot er komið inn.