Við epn.dk sigur Helge Pedersen frá Nordea, at søguliga lága rentan helst fer at halda sær nakað afturat.
- Búskaparmenningin í evru-økjunum er framvegis veik, arbeiðsloysið er høgt og inflatiónin er lítil. Tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn hetta verður broytt, sigur Helge Pedersen við epn.dk.
Føroyar eru ikki partur av evru-samstarvinum, men vit eru knýtt at donsku krónuni, og gongdin í rentuni fyltir tí teirri donsku.











