Lága rentan heldur fram

Góða úrslitið hjá BankNordik merkir, at rentan hjá privatkundunum verður verandi lág.

BankNordik fekk eitt ársfjórðingsúrslit á 64 mió. kr. fyri skatt, millum annað orsakað av høgum virðisjavna íkomin av rentulækkingini. Triðja ársfjórðing á rað hevði bankin framgongd í útlánum.

Roknskapurin hjá BankNordik fyri fyrsta ársfjórðing 2015 vísir, at bankavirksemið framvegis er í vøkstri, hetta verður endurspeglað í munandi hægri inntøkum frá tænastugjøldum og vøkstri í útlánum á øllum trimum marknaðum. Tryggingarvirksemið í samtakinum hevði eisini ein vøkstur í inntøkum frá tryggingargjøldum, men ein ringur vetur við stórum skaðaendurgjøldum hevði við sær eina afturgongd í tryggingarúrslitinum. Stóra rentulækkingin í ársfjórðinginum leggur trýst á inntøkuna frameftir, men hevur í ársfjórðinginum eisini givið bankanum ein stóran kursvinning á virðisbrævagoymsluni.

- Tað er gleðiligt at staðfesta framgongd í virkseminum, og at inntøkurnar eru í tráð við útmeldingarnar, serliga við teimum núverandi fortreytunum við sera lágum rentum, skrivar Janus Petersen, forstjóri, í kunningarskrivinum frá bankanum.

Í samrøðu við Mortan Østerø greiðir Janus Petersen nærri frá úrslitinum og hvørja ávirkan tað hevur á privatkundarnar hjá bankanum framyvir. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.