Laga alla sigling eftir veðrinum

Norröna liggur longu á Havnini ein dag fyrr enn vanligt, men tað er alt orsakað av veðrinum.

Norröna liggur longu á Havnini ein dag fyrr enn vanligt, men tað er alt orsakað av veðrinum.

 

- Vit leggja altíð alla okkara sigling eftir veðrinum.

 

Tað sigur stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen.

 

Og tað er eisini veðurvánirnar, sum hava gjørt, at Norröna er farin úr Íslandi ein dag fyrr enn vanligt.

 

- Avgerð um tað var longu tikin sunnudagin. Vit fylgja altíð væl við veðurvánunum, og leggja so siglingina eftir tí, sigur Rúni Vang Poulsen.

 

Hann sigur, at teir hava nógv ferðafólk, serliga í mun til árstíðina.

 

- Vit rokna við at fara avstað um miðnáttina, men vit fylgja sum nevnt væl við veðrinum, og verður onkur broyting, kunna vit ferðafólkini um tað. Veðrið kunnu vit einki gera við, og noyðast bert at laga okkum eftir tí, sigur Rúni Vang Poulsen.