Privata nýtslan er týðandi partur av føroyska búskapinum. Tað staðfetir Búskaparráðið í seinastu búskaparfrágreiðing síni.
- Í stødd er privata nýtslan størri enn útflutningurin av vørum og tænastum. Tískil hevur gongdin í privatu nýtsluni stóra ávirkan á búskaparvøksturin, skrivar Búskaparráðið.
Privata nýtslan verður uppgjørd sum partur av tjóðarroknskapinum, og eru nýggjastu tølini soleiðis fyri 2013.
Myndin omanfyri greinina vísir nýtslukvotuna hjá húsarhaldunum sambært tjóðarroknskapartølum 1998 til 2016. Tølini fram til 2013 eru uppgjørd tøl, meðan tølini 2014-2016 eru bygt á metingar, grunaðar á modelavsteming, og partvíst gitingar Búskaparráðsins.
Her sæst, at nýtslukvotan er minkað rættiliga nógv síðan 2007. Hetta gevur ábending um at húsarhaldini aftaná fíggjarkreppuna hava víst stórt varsemi viðvíkjandi privatari nýtslu.
- Nakað tað sama er hent í okkara grannalondum . Eitt ástøði er, at føroysku pensiónsviðurskiftini, (lutfalsliga lága pensiónsuppsparingin og tvungna pensiónsnýskipanin) eggja til sparing heldur enn privata nýtslu í Føroyum, og at hetta kann koma at avmarka búskaparvøksturin, skrivar Búskaparráðið.
Víðari verður sagt, at tað ikki er tann privata nýtslan sum hevur verið stóra drívmegin aftanfyri búskaparvøksturin seinastu árini fram til 2013. Fyri 2014 til 2016 er mett at nýtslukvotan veksur, og tí eisini privata nýtslan.










