Fakfelagssamstarvið verður eisini til staðar á fókafundinum. Fakfelagssamstarvið er eitt samstarv millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.
Leygardagin klokkan 15:45 fer Fakfelagssamstarvið, á stóra pallinum, at varpa ljós á sokallaðu kvinnustørvini. Maud Wang Hansen vísir á, at ofta er lønarlagið í hesum størvunum lágt, umframt at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð.
- Hetta er nakað, sum hevur avleiðingar fyri tey, heilt inn í ellisárini og hevur stóra ávirkan á eftirlønina, sigur hon.
- Vit bera ótta fyri, at tað eru ikki allar kvinnur, sum geva sær fær um avleiðingarnar. Ein lág løn leiðir til eina lága eftirløn sigur Maud Wang Hansen.
Tað eru Karin Kjølbro og Maud Wang Hansen sjálv, sum fara at hava framløgur á tiltakinum hjá fakfelagssamstarvinum.










