Ferð kom brádliga á aftur Atlantic Navigator, eftir at teir høvdu tikið frá Júst í hesi løtu verður roynt við Brimli at toga Atlantic Navigator av aftur Kunoyarnesi, har hann hevur staðið í ein stóran tíma. Hetta hevur skund, tí tað er flóð í løtuni, og tað ræður um at fáa skipið av aftur, áðrenn tað fer at fjara.
Hanus Hansen, reiðari á Atlantic Navigator, segði við Útvarpið klokkan 23, at orsøkin til, at skipið fór á land eftir øllum at døma hevur verið ólag við umstýringini. Teir høvdu tikið frá og gjørt klárt at leggja at í Ánunum, tá ið tað brádliga kom ferð á aftur skipið.
Útvarpið visti klokkan 23 at siga, at tey 90 av manningini, sum eru flutt inn til Klaksvíkar, eru á skrivstovuni, sum felagið hevur á vestara havnarlagnum í Klaksvík.
Hanus Hansen, stjóri, var í Kalsoy, tá ið skipið fór á land. Hann hevur júst nú hitt fólkið, sum er komið í land. Ætlanin er at veita fólkinum ta hjálp og tænastu, sum tað eigur at verða gjørt í tílíkum førum, segði Hanus Hansen við Útvarpið klokkan 23.









