Ólag á flogferðsluni

Tveir mjørkadagar gera, at rættiligur sperðil kemur í flogferðluna um flogvøllin í Vágum. Eini 400 fólk bíðaðu á middegi í gjár

Flogferðsla

Flogvøllurin:
Mjørki hevur verið í Vágum í tveir dagar, og tí hava eini 400 ferðafólk verið ávirkað av. Hóast Atlantsflog avgreiddi allar sínar ferðir mánadagin, lendu flogførini hjá Maersk Air ikki.
Heldur ikki týsdagin komu flogførini til tíðina, men eitt flogfar hjá Atlantsflogi, sum stóð á flogvøllinum, slapp avstað fyrrapartin.
?Tað krevst ikki sama sýni til at lætta sum at lenda, verður upplýst frá Statens Luftfartsvæsen á flogvøllinum í Vágum.
Flogfarið hjá Atlantsflog úr Danmark, sum skuldi koma fyrrapartin, var ikki lent á middegi, og flogfarið hjá Maersk Air var farið aftur til Bergen.
Av flogvøllinum varð upplýst, at umleið 330 fólk, sum skuldu við Maersk flogførunum, bíðaðu, meðan Atlantsflog hevði upp í eitt flogfar av ferðafólki gangandi. So alt í alt mundu eini 400 ferðafólk liggja veðurføst, varð mett á flogvøllinum á middegi í gjár.
Eisini uttan fyri terminalin sást, at ólag var á. Óvanliga nógvir bilar vóru at síggja, og skilliga sást, at parkeringsviðurskiftini ikki eru nøktandi. Fram við vegjaðaranum stóðu bilar allastaðni. Eisini har, sum skeltini søgdu, at als ikki var loyvt at steðga tíansheldur parkera. Og úti í grasinum stóðu teir eisini.