Ólag á flúgvingini

Illveðrið seinnapartin bar við sær, at einki flogfar lendi í dag, og at bara eitt flogfar fór úr Vágum Illveðrið seinnapartin var orsøk til, at flogferðslan í dag hevur verið nógv tarnað. Bara eitt flogfar fór úr Vágum ? klokkan 8.15 ? og einki flogfar lendi í Vágum í dag.

Flogfarið, sum skuldi lenda eftir døgurða, var yvir vøllinum, áðrenn tað fór til Noregs, og nú er tað í Haugesund. Ætlanin er, at tað skal lenda klokkan 7.30 í morgin. Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn klokkan 9.55 er sett at lenda klokkan 13.30. Fýra onnur flogfør skulu eftir ætlan lenda í morgin. Úr Keypmannahavn kl. 13.00, 13.45 og 20.15 og úr Billund kl. 19.15.

Fimm flogfør fara úr Vágum og til Keypmannahavnar í morgin og eittg til Billund. Flogførini til Keypmannahavnar lætta úr Vágum kl. 7.30, 8.00, 8.30, 14.45 og 17.30. Flogfarið til Billund fer úr Vágum kl. 15.00