Ólafur skiftir helst felag

Útlitini hjá hondbóltsfelagnum AG København eru ivasom, eftir at nevndarformaðurin Jesper “Kasi” Nielsen er givin í felagnum og hevur sett sín eigarapart í felagnum til sølu. Persónliga felagið hjá Kasi-Jesper, Dacamase, kunngjørdi nú um dagarnar eitt hall á 359 milliónir krónur, og ein avleiðing er, at hann tekur seg úr hondbóltsfelagnum í Keypmannahavn.

 

Nú er rættiliga óvist, hvussu framtíðin hjá AG København, sum er millum sterkastu hondbóltsfelag í Europa, verður. Leitað verður eftir nýggjum íleggjarum, men ivaleyst verður felagið noytt at repa seglini.

 

Ein av teimum, sum stendur til at fara úr felagnum nú, er íslendski profilurin Ólafur Stefansson. Sáttmálin millum hann og AG København er gingin út, og nú verður tað mett rættiliga sannlíkt, at Ólafur gevst at spæla fyri felagið.

 

- Tað er eingin ivi um, at tað fer ikki at bera til hjá AG København at varðveita stóru breiddina í hópinum frameftir, sigur hondbóltsviðmerkjarin Bent Nyegaard við Ekstrablaðið.