Ólafur Ragnar heldur tørn

Framvegis bendir alt á, at Ólafur Ragnar Grímsson verður verandi í embætinum sum íslendskur forseti aftan á valið seinni í summar.

Í einari nýggjari meiningakanning hjá ríkisútvarpinum siga 44,8 prosent, at tey fara at velja Ólaf Ragnar Grímsson. 37 prosent siga, at tey ættla sær at velja Þóru Arnórsdóttir. Ríkisútvarpið sigur, at samanborið við næstseinastu kanning hevur forsetin mist eitt prosentstig og avbjóðarin tvey. Á triðja plássi í kanningini er Ari Trausti Guðmundsson við 10,5 prosentum

Kanningin hjá RÚV vísir, at 60 prosent av teimum, sum styðja stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, ætla sær at velja Þóru Árnadóttir, og at 62 prosent av teimum, sum eru ímóti stjórnini, ætla sær at velja Ólaf Ragnar Grímsson.