Ólafur Ragnar Grímsson greiðan sigur

Nú fyribilstøl eru komin úr øllum valdømunum, er tað greitt, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, vann íslendska forsetavalið í dag.

Tølini vísa, at forsetin hevur fingið flestar atkvøður í øllum valdømunum, og sambært teirri seinastu forsøgnini hjá Ríkisútvarpinum fær hann góð 52 prosent av atkvøðunum. Þóra Arnórsdóttir, sum er hansara einasti veruligi kappingarneyti, fær sambært forsøgnini góð 33 prosent.

Eitt úrslit sum hetta samsvarar rættiliga væl við ta seinastu meiningakanningina.