Ein nýggj meiningakanning í Íslandi vísir, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevði verið afturvaldur, um forsetavalið hevði verið í dag. Í kanningini, sum Fréttablaðið og Stöð 2 hava gjørt, svara 53,9 prosent, at tey høvdu valt Ólaf Ragnar, um val hevði verið nú. 35,4 prosent siga, at tey høvdu valt Þóru Arnórsdóttur.
Hetta er eitt heilt annað úrslit enn í einari kanning fyri einum góðum mánað síðani. Tá svaraðu 46 prosent, at tey høvdu valt Ólaf Ragnar Grímsson, um valið hevði verið tá. Tá fekk Þóra Arnórsdóttir 46,5 prosent.
Hini valevnini fáa nógv minni undirtøku. Triðmest fær Ari Trausti Guðmundsson við 5,3 prosentum.