Lættari at uppklára grov brotsverk

Løgreglan í Føroyum fær nú loyvi til at loynilurta eftir fólki

Nú skal tað vera nógv lættari hjá løgregluni at uppklára grov brotsverk.

 

Tað er endamálið við einum uppskoti, sum nú verður lagt fyri Løgtingið.

 

Í hesum sambandi verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera ymsar broytingar í rættargangslógini, sum fara at gera arbeiðið hjá Løgregluni munandi lættari.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir, forkvinna í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, sigur, at í Føroyum er rættargangslógin ikki dagførd síðani 1985 á hesum øki, so tað er harðliga brúk fyri ábótum.

 

Ein broyting verður, at nú skal tað verða loyvt hjá løgregluni at loynilurta eftir øllum telefonum, og samstundis skal tað vera loyvt at loynilurta eftir samskifti, sum fer fram í einum húsum ella ávísum rúmum í einum húsum.

 

Ein onnur broyting er, at tað verður loyvt at leggja tað, tey kalla sniffarar, á teldur, so at tað alla tíðina ber til at lesa alt samskifti á telduni.

 

- Hetta skal løgreglan hava loyvi til, tá ið illgruni er um grov lógarbrot, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

Í høvuðsheitum er treytin fyri at løgreglan kann loynilurta eftir fólki, at lógarbrotið er so grovt, at revsingin verður minst seks ára fongsul.

Men tað er Føroya Rættur sum skal gera av, um løgreglan skal fáa loyvi at loynilurta eftir fólki.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at eitt, sum hugsað verður um í hesum føri, eru grov brot á lógina um rúsevni.

 

Hon sigur, at hetta verður ein stór hjálp hjá løgregluni og tí hevur løgreglan sóknast eftir hesum møguleika í fleiri ár.

 

Men hon sigur, at hetta fer eisini at krevja, at Vinnumálaráðið leggur uppskot fyri Løgtingið, sum áleggur telefyritøkunum at útvega sær neyðugu teknisku útgerðina til endamálið