Lættari at fáa eykalutir til bilar á internetinum

Tað er ov tórført hjá bileigarum at fáa fatur á eykalutum

Tað skal vera lættari hjá bileigarum at fáa fatur á eykalutum til bilin.

Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

Hann vísir á, at í grannalondum okkara ber til at tøppa skrásetingarnummarið á einum bili inn á eina teldu, so fáast allir upplýsingar um bilin.

 

Tí spyr hann Johan Dahl, hví tað ikki eisini ber til í Føroyum at fáa allar upplýsingar á internetinum um eitt akfar við at upplýsa skrásetingarnummarið.

Hann spyr Johan Dahl um hann ætlar at taka stig til, at føroyskir bileigarar fáa somu tænastu.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at í Føroyum er tað bara bilasølan, ið umboðar eitt ávís slag av bilum, sum hevur atgongd til allar upplýsingar um bilin, bara við at upplýsa skrásetingarnummarið.

 

- Skal bileigari sjálvur keypa sær eykalutir her heima, ella uttanlands, er tað ógvuliga torført. Og samstundis er stórur vandi fyri at keypa skeivar eykalutir, sigur løgtingsmaðurin.

 

Men lógu allir upplýsingarnir um bilin á internetinum, hevði tað verið nógv lættari hjá bileigarum at útvega sær eykalutir, heldur hann.