Lætta skattatrýstið á Sandi

Sands kommuna er betur fyri, og nú ætlar meirilutin at lækka skattaprosentið næsta ár

Sands kommuna hevur í longri tíð drigist við stóra skuld, og hetta hevur eisini merkt skattatrýstið í kommununi, sum hevur verið millum teirra, ið hava havt hægsta skattaprosent í landinum.

Seinastu árini er orkan hjá kommununi farin til at gjalda niður hesa skuld, og fjórða hvør skattakróna hevur verið brúkt til rentur og avdráttir.

Nú byrjar Sands kommunaat fáa fíggjarligt andarúm, og tí ætlar meirlutin íkommununi at lækka kommunuskattin komandi ár.

- Peningurin hjá borgarunum liggur best í hondunum á borgarum sjálvum, ogtað er púra greitt, at skal nakar lætta um hjá teimum lægri løntu ísamfelagnum so eru tað kommununar. Hetta vegna tess, at teir borgarar iðliggja í teimum lægru inntøkuløgunum gjalda stórt sæð bara kommunuskatt,sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

Meirlutin í kommununi ætlar at lækka skattatrýstið í kommununi komandi ár við einum hálvum prosenti, niður í 23%.

Fíggjarætlanin verður endaliga samtykt í komandi viku.