Eitt fyrrverandi starvsfólk í einum telefelag sigur seg hava sneytað í upplýsingum um, hvussu ein genta, hann kendi, hevði uppført seg á internetinum, og hvønn hon hevði tosað við.
Sosialurin hevur í dag stórt tema um, hvussu viðkvæmir persónligir upplýsingar kunnu misnýtast av nógvum fólkum, sum hava atgongd til hesar upplýsingar.
Spurt verður, hvussu trygg vit eru. Vit kalla okkum heimsins tryggasta land at liva í. Men tá ið umræður persónsupplýsingar, sum eitt nú telefyritøkur, bankarnir, apotekið og onnur hava, so er trygdin heldur ivasom.
Blaðið spyr, hvussu Føroya Tele og Vodafone verja okkar apersónligu telefon- og internetupplýsingar. Tú kanst eisini lesa um, hvussu apoteksverkið og bankarnir føra eftirlti við sínum starvsfólkum, sum hava atgongd til viðkvæmar upplýsingar.
e-blaðið hjá Sosialinum kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER