26 ára gamla Frida er mamma at trimum børnum. Hon hevur vigað ov nógv meginpartin av lívinum, men fyri góðum ári síðani setti hon sær fyri, at nú vildi hon missa yvirvektina, og leitaði sær til sosialu miðlarnir eftir stuðuli. – Eg eri ræðuliga smæðin, men á netinum er øðrvísi. Har eri eg opin og samskifti erliga við tey sum fylgja mær, sigur hon.
480 limir eru í bólkinum »Frida's Kamp fra 110 kg til 70 kg« á Facebook, sum gevur okkum øllum innlit í gongdini hjá Fridu Kristinu Nielsen at minka vektina frá 110 kiloum niður á 70 kilo.
– Hetta er tað besta, eg nakran tíð havi gjørt, og eg var heilt víst ikki komin so langt sum eg eri, hevði eg ikki stovnað síðuna. Hon hevur hjálpt mær at standa til svars fyri teimum avgerðunum,
sum eg taki. Tey sum fylgja mær á Facebook, hava tikið meg upp á orðið, og eg vil vísa teimum, at eg klári tað, sigur 26 ára gamla Frida Kristina Nielsen av Argjum.
10. desember í 2013 setti Frida sær fyri, at nú skuldi hon missa 40 kilo av kropsvekt síni. Hon hevði fyrr gjørt fleiri roynd ir, sum allar gluppu niður fyri. Hesum var hon troytt av, og hóast hetta var júst fyri jól, so fór hon í gongd við stríðið móti vektini hendan sama dagin.
– Øll søgdu mær, at eg skuldi bíða til jólini vóru farin framvið, men eg var troytt av at bíða, sigur hon. Fyrsta hálva árið misti eg umleið eitt kilo um vikuna. Eftir seks mánaðir hevði eg mist 30 kilo.
Les restina av samrøðuni við Fridu Kristinu Nielsen í Sosialinum frá mánadegnum.