Í fjórðu útgávuni av Miðnámsrit er samrøðugrein um læring á Facebook. Ein av mongu føroysku bólkunum á Facebook nevnist Læring. Ólavur Ellefsen stovnaði bólkin í desember 2011, og trý ár seinni hevur bólkurin 549 limir. Miðnámsrit hevur sett Ólavi nakrar spurningar um tankarnar aftanfyri bólkin, og in.fo loyvir sær at endurgeva byrjanina av greinini.
Hví er tað neyðugt at hava ein slíkan bólk?
Í endamálsorðingini hjá bólkinum stendur, at hann er ætlaður teimum føroyingum, sum arbeiða við og hava áhuga í útbúgving, venjing, vitan og førleikum - og hvat hugtakið "læring" annars fevnir um.
Eg haldi, at tað er gagnligt við einum tvørfakligum samskifti um læring, óansæð fakliga bakgrund. Tað veri seg námsfrøðingar, lærarar, skeiðshaldarar, ráðgevar, lærandi, foreldur, umsitarar ella tey, sum skapa læringstilfar. Í bólkinum hava fólk høvi at lesa og skriva um bæði aktuellar hendingar og tíðarleys læringsfyribrigdi, og tað gera tey so.
Sjálvur arbeiði eg við at menna og veita læringstøkni í eini skeiðsfyritøku, og havi brúkt nógva tíð seinastu árini - millum annað í bólkinum Læring - at økja um mína vitan um læring og menna mínar førleikar at skapa góðar læringsloysnir. Bólkurin er - ella skal gjarna vera - eitt gott amboð at læra um læring.









