Løgreglan í Lund er farin undir stórt kanningararbeiði, eftir at ein dulnevnd hóttan, sum var ætlað lærda háskúlanum í Lund, var deild á appina Jodel sunnumorgunin. Eftir ein kreppufund seint sunnukvøldið, gjørdi leiðslan á Lunds universitet av ikki at lata dyrnar upp mánadagin.
- Nøkur tykkara eru í lagi. Farið ikki á universitetið í morgin, um tit eru stødd í Lund. Fylgið við tíðindunum í morginári. Farvæl, jodlarar.
Soleiðis ljóðaðu boðini, sum sunnudagin vórður løgd út á appina Jodel. Orðini eru ein eftirgerð av ávaringini, ið varð løgd út á alnótina náttina fyri syndarliga tilburðin í Oregon fyri ellivu døgum síðan, tá ein vápnaður maður drap níggju fólk í einum lærdum háskúla í Oregon.
Eftir at kreppufundur hevði verið hildin seint sunnukvøldið, gjørdi leiðslan á Lunds universitet av at steingja skúlan mánadagin. Starvsfólk og næmingar í og nærindis lærda háskúlanum verða biðin um at vera verandi við hús.
- Tað er ikki so nógv í at velja. Løgreglan tekur støðuna í ramum álvara, og tí hava vit tikið hetta stigið, sigur trygarstjórin á Lunds universitet, Per Gustavsson, við tíðindablaðið Sydsvenskan sunnunáttina. Sambært Per Gustavsson, hava slíkir tilburðir fyrr verið í Svøríki, tó er ongantíð áður komið fyri, at starvsfólk og næmingar í Lund eru biðin um at vera við hús.
Jodel er ein app, ið er serliga væl umtókt í lestrarumhvørvum, millum annað í Lund. Øll boð, ið verða løgd út á Jodel eru dulnevnd. Av tí at samskiftið á Jodel ikki røkkur longri enn umleið sjey kilometrar, kann staðfest, at hóttanin er send við einari telefon onkrastaðni í Lund. Týsku stovnararnir av Jodel siga, at tey skulu gera alt tey eru ment fyri at hjálpa løgregluni at loysa málið.
Skrivað hevur Brandur Mortensen Nolsøe úr Lund.









