Lærari meldaður fyri kynsligan ágang ímóti næmingi

Ein lærari í Tórshavnar kommunu er skuldsettur fyri at kynsligan ágang

Ein 41 ára gamal lærari í Tórshavnar kommunu er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming.

 

Tað visti Kringvarpið at siga á miðdegi.

 

Lærarin er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein næming nakrar ferðir váttar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur fyri Kringvarpinum

 

Málið varð meldað í desember mánaði, men ágangurin skal vera farin fram í 2008 og 2009, tá í næmingurin var 12 ár.

 

Skúlastjórin hevur onga viðmerking til málið, og vísir til Mentamálaráðið. Mentamálaráðið váttar at tey hava fingið eitt slíkt mál, men at tey skulu hava stundir at seta seg inn í málið.

 

Lærarin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á næmingin, er fyribils sjúkrameldaður, meðan málið verður kannað.

 

Kriminalløgreglan skal gera fleiri avhoyringar í málinum. Fyrningarfreistin fyri slík mál er 10 ár.