Lærari dømdur sekur í siðamisbroti

Ein lærari er í dag dømdur sekur í siðamisbroti móti einum av næmingum sínum.

Ein lærari er í dag dømdur sekur í siðamisbroti móti einum av næmingum sínum.

 

Dómarin dømdi tann ákærda mannin fýra mánaðar fongsul, har hann skuldi sita teir tveir beinanvegin.

 

Hinir báðir mánaðirnir gjørdust treytaðir, og treytin er, at maðurin skal einki revsivert gera í eitt ár.

 

Maðurin var eisini dømdur at rinda gentuni, hann hevði gjørt seg inn á, 20.000 krónur í endurgjaldi.

 

Maðurin - eins og ákærin - hava 14 dagar at kæra málið inn fyri hægri rætt.