Hans Harryson Hansen, adjunkur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, er í ferð við at kanna, hvussu føroyska læraraútbúgvingin kann fáast at líkjast meiri tí veruliga læraralívinum.
Í blaðnum Vísindavøka í Sosialinum mikudagin verður víst til kanning, sum vísir, at føroyska læraraútbúgvingin ikki brynjar nóg væl læraran til tær uppgávur, skúlin hevur.
Tað er Hans Harryson, sum hevur gjørt kanning av teimum, sum tóku læraraprógv frá 2007 til 2011. Kanningin vísir, at lærararnir hildu seg vera kønar í teoretiskari vitan og høvdu lært at reflektera og argumentera, men at tað skortaði í lærdómi, tá ið tað snúði seg um at umseta teori til praksis.
– Trupulleikin við vantandi sambandi millum teori og praksis er neyvan vorðin minni í dag, kanska tvørturímóti, sigur Hans Harryson við blaðið.
Hvussu læraraútbúgvingarnar eru í øðrum londum er Hans Harryson í ferð við at kanna, eitt nú í Finnlandi, Skotlandi og Íslandi, og sum skilst kunnu vit læra nógv av øðrum. Útbúgvingarskipanirnar eru ymiskar.
– Eg fari at hyggja at, hvørjar bókmentir og undirvísngarhættir verða brúktir, hvussu skeið verða eftirmett, og hvussu starvslæran og lærarastarvið síggjast aftur í undirvísingini, sigur hann.
Tað er lætt at lyfta læraraútbúgvingina í Føroyum, um vilji er til tað.
– Nærum allir føroyskir lærarar eru útbúnir á sama útbúgvingarstaði. Tað er ein fyrimunur um vit vilja broyta alla ella rætta pedagogisku kósina í Føroyum, tí alt kann alt gerast á einum og sama stovni, sigur Hans Harryson.
Lesið alla greinina, sum stóð í Sosialinum 17. september, við AT TRÝSTA HER










