Stjóri á Sernámi, Emmy S. Joensen, setir spurnartekin við, hvørt tað er rætt, at flokslærarin er einasti mentor hjá øllum flokkinum ella ikki.
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.
Ein gongd leið kundi verið, heldur Emmy S. Joensen, at lærararnir í flokstoyminum hava einar 5 næmingar í part, sum teir eru mentorar hjá.
- Tann privatpraktiserandi lærarin eigur ikki at eksistera í fólkaskúlanum longur, tí vit hava virkað eftir eini lóg frá 1998, sum sigur, at ráðleggingin av øllum virkseminum í fólkaskúlanum, verður gjørd í felag. Tá ið talan er um at hjálpa næmingum, sum hava trupult at fóta sær í skúlanum, krevur tað tættari samband við viðkomandi næming og foreldrini. Tað er kanska ov nógv at vænta, at flokslærarin einsamallur megnar at røkja alt sambandið við næmingarnar í hesi støðu og foreldrini hjá teimum.
Emmy S. Joensen heldur ikki, at tað er at býta ov nógv upp, um flokkurin verður býttur sundur til fleiri lærarar.
- Flokslærarin kann framvegis hava høvuðsábyrgdina av flokkinum, meðan aðrir lærarar í flokkinum í tí dagliga kundu verið kontakpersónar hjá næmingum. Fyrstahondsvitanin um eitt barn, ið t.d. er við at detta burtur úr floksfelagsskapinum, hava lærarnir og flokstoymið, og tí eru tað eisini hesi, sum hava bestu fortreytirnar at hjálpa viðkomandi barni og hinum næmingunum í flokkinum. Tí kundi ein gongd leið verið at styrkt læraratoymini, so tey betur kunnu brúka ta vitanina, tey fáa um børnini og harvið kunnu fyribyrgja ymiskum, ið kann henda, sigur stjórin í Sernám.
- Eg havi altíð havt stórt álit á lærarum, og tað havi eg framvegis. Nógv gransking er gjørd í, hvat ein góður lærari er. Spyrt tú næmingar, so siga teir, at ein góður lærari er ein, sum dugir at skapa arbeiðsfrið, at næmingarnir fáa avbjóðingar, og har næmingurin hevur tað gott. Ein slíkur lærari er týðiligur, væl skipaður, hann gevur næmingum afturmeldingar upp á avrik síni, soleiðis at næmingurin mennist og lærir og veit, hvat er gott og minni gott, og tað er ein lærari, sum tekur trivnaðin í álvara og hevur góða relatión við allar næmingarnar og fær teir at kenna seg týdningarmiklar í felagsskapinum. Hesin lærarin hevur eisini eyga fyri næminginum, sum kanska er í ferð við at smokka niðurímillum. Øvut, hevur lærarin ikki eyga fyri hesum næminginum, og sleppur hann at sigla sín egna sjógv, uttan at nakar varnast hann og tørvin, hann hevur, so er ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at gera alt gott aftur og heinta inn tað, næmingurin átti at fingið.
Tí heldur Emmy S. Joensen, at vanligi lærarin og flokstoymini eiga at styrkjast.
- Uppgávan hjá Sernámi er at vegleiða og ráðgeva lærarar og skúlar í samráð við førleikastovurnar, sum eru skipaðar kring landið. Førleikastovurnar eru í hesum skúlaárinum styrktar við fleiri tímum, og tí eiga vit, starvsbólkarnir í Sernámi og í førleikastovurnar, at kunna veitt flokstoymunum skjótari og betri ráðgeving og supervisering enn higartil.










