Í míni røðu til aðalfundin í ár segði eg, at eg helt, at okkara arbeiði minti meir og meir um eitt skrivstovuarbeiði, enn tað at undirvisa. Ein av orsøkunum til, at eg haldi so, eru undirvísingargongdirnar. Tær skulu vit gera fleiri av í øllum lærugreinum.
Tað skrivar Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum.
Hon sigur, at lærarar hava eina heilt greiða hugsan um tað, sum javnan verður lagt á teir.
– Vit eru ikki altíð samd, men í førinum við undirvísingargongdum haldi eg, at fleiri eru samd í. Hetta er eitt arbeiði, sum er meiri orðaskvaldur enn nakað annað. Eg havi spurt meg fyri, og svarini staðfesta mína hugsan: Undirvísingargongdir eru eykaarbeiði við ongari løn, skrivar hon.
Andrea á Rípuni undirvísir ikki í framhaldsdeild, og tí helt hon seg kanska hava øðrvísi hugsan, enn tey, sum undirvísa í framhaldsdeild.
– Eg helt, at í framhaldsdeildini er ein orsøk at gera undirvísingargongdir, tí tær verða brúktar í staðin fyri pensumlistar. Men eftir at hava tosað við lærarar, ið undirvísa í framhaldsdeildini, havi eg funnið útav, at teir heldur ikki síggja ljósið, hvat hesum viðvíkjandi. Teir síggja hetta eisini sum eykaarbeiði, sum teir ikki eru sera glaðir fyri, sigur Andrea á Rípuni.
Hon vísir á, at hetta eyka arbeiði ger, at okkurt annað má víkja.
– Hvat er tað so, ið má víkja? Tað er sjálvandi tíðin, ið hevði verið brúkt til at gera undirvísingartilfar, ið ikki er tókt. Tilfar, ið millum annað verður brúkt til at fáa ymsu lærugreinarnar ítøkiligar. Eg, sum undirvísi í grund- og miðdeildini, havi nógv at rætta, og tað kann eg ikki gevast við. Hetta arbeiði er neyðugt, um eg skal fylgja við í avrikunum hjá næmingunum, skrivar hon.
– Tað eru tey, ið vilja vera við, at tað tekur ikki langa tíð at skriva. Tey gloyma, at hetta er ikki tað einasta skrivliga arbeiði, ið verður kravt av okkum. Eg vil heldur siga, at ein góð ársætlan er gull verd. Ein góð ársætlan inniheldur alt tað, ið er neyðugt at vita um undirvísingina. Tað, sum heldur skuldi komið afturat, er eftirmeting. Ein góð eftirmeting av ársætlanini, tí tað er av góðum eftirmetingum, at vit mennast sum lærarar.