Lærarar vilja hava endaleysa summarferiu

Eirkur í Jákupsstovu svarar formanninum í Føroya Lærarafelag

Formaðurin í lærarafelagnum tykist vera ein sakligur, skilagóður maður, men í hansara seinasta boðskapi frá felagnum kláraði hann ikki at halda sær at brúka vánaliga álitið, sum fólk flest hava á politikarar til at fremja sína dagskrá.

 

Undir yvirskriftini “Løgtingslimir vilja hava vetrarfrí”, leggur hann upp til, at tað er nakað óumhugsað og býtt, sum fleiri løgtingsfólk og ein stórur partur av fólkinum vil, tá vit halda tað vera eitt gott hugskot við einari vetrarferiu.

 

Eg skilji væl, at formaðurin í lærarafelagnum fegin vil takast við upp á ráð, tá mann fer at skipa vetrarferiu í skúlunum, men tað er sannliga minst líka týdningarmikið at tosa við nógvar aðrar partar í okkara samfelag, tá mann ger eina slíka tillaging - til dømis foreldur og royndir við slíkum skipanum aðrastaðni.

 

Tað gjørdi mann til dømis ikki, tá summarferian hjá børnunum varð longd eina viku uttan at nakað meira hendi. Tí haldi eg, at mann skal læra av, tí tað var onki serliga smart.

 

Í grundini hevði tað verið áhugavert at vita, hvat rationalið er við teimum døgunum, sum skúlarnir hava frí. Eg vænti tað meira enn nakað annað er søguliga tengt meira. Hvat er til dømis problemið við at vera í skúla 5. juni?

 

Aftur til yvirskriftina, so er tað rætt, at eg fegin vil hava, at míni børn og hini børnini í Føroyum fáa eina vetrarferiu. Sum formaðurin í lærarafelagnum eisini staðfestir, so er tað ofta sera leingi millum jólini og páskirnar, og sum hann ikki staðfestir, men eisini er rætt, so er tað gott fyri nógvar familjur - eisini mína - at børnini fáa frí úr skúlanum í nakrar dagar hesa myrkastu tíðina á árinum, og at foreldrini brúka ein part av síni feriu tá eisini.

 

Tað hongur eisini væl saman við tí, sum Magnus Tausen, táverandi formaður í lærarafelagnum, segði í 2010, tá vetrarferia eisini var til umrøðu:

 

- Felagið hevur mangan meldað aftur, at skúlaárið eigur at enda 1. juli, soleiðis at tað ber til at leggja eina vetrarfrítíð ella nakrar eyka frídagar inn í skúlaárinum. Sum felag eru vit avgjørt fyri, at lærarar og næmingar fáa ein steðg í februar til dømis, segði táverandi formaðurin í lærarafelagnum.

 

Ikki allir lærarar vóru samdir í tí boðskapinum, men tað vísir í øllum førum, at kanska er okkurt um, at vetrarferia ikki er nakað býtt, sum er dottið av himli onkursvegna. Tað hongur beint saman við tí, sum lærarafelagið fyrr hevur ført fram.

 

Onkur hevur spurt, hvat hendir, um foreldur at teimum smærru børnunum ikki hava møguleika at hava frí hesa vikuna í februar, sum vit tosa um. Tað einfaldasta er heilt greitt, at tað líka sum fyrsti parturin av summarferiuni verður skipað gjøgnum kommunalu skipanirnar.

 

Júst hetta málið snýr seg um feriuna hjá fólkaskúlanum, men púra yvirskipað eigur tað at bera til, at vit arbeiða minni í okkara samfelag. Eg legði til merkis, at formaðurin í lærarafelagnum á sama hátt sum eg heldur tað vera skilagott við einum lægri tímatali sum útgangsstøði fyri eina arbeiðsviku, men tað er púra greitt, at betri býttir frídagar gjøgnum árið eisini høvdu verið ein fyrimunur fyri familjurnar.

 

Tað er heldur ongin ivi um, at tað er ein risa avbjóðing, at talið av føðingum í mun til fólkatalið alsamt minkar, og at vit sum samfelag eiga at gera meira fyri, at familjan hevur góðar fortreytir fyri at framtíðartryggja samfelagið. Eitt hugskot kundi verið, at givið foreldrum nakrar barsilsdagar, sum kunnu brúkast til børnini eru eini 10-12 ára gomul.

 

Og ja. Eg kann gott viðganga, at yvirskriftin til hesa greinina spælir eitt sindur uppá, at lærarar longu hava longri summarfrítíð enn nakar annar í okkara samfelag - sjálvt tingfólk hava vanliga onkran arbeiðsdag í august. Men hetta er kanska bara eitt sindur steinar og glashús.