Tað er ein veksandi trupulleiki at lærarar í føroyska fólkaskúlnum eru fyri harðskapi í skúlanum.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.
- Nógv dømi eru um, at lærarar verða slignir, sparkaðir og royttir og viðhvørt er harðskapurin ógvusligur, leggur hann afturat.
Í høvuðsheitum eru tað næmingar, sum leggjast á læraran við harðskapi og hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini.
Summir næmingar eru heilt ungir, tá ið teir fremja harðskapin, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.
Tí hevur Lærarafelagið nú gjørt eitt uppskot um leiðreglur, sum skulu fylgjast, tá ið lærari er fyri harðskapi.
Leiðreglurnar fevna eisini um, hvussu farast skal fram, tá ið næmingar, foreldur, ella onnur, hótta lærararan, ella bera seg hóttandi at.
- Leiðreglurnar hava til endamáls at skapa fastar mannagongdir, tá ið lærari kemur soleiðis fyri, at næmingur fremur harðskap ella kemur við hóttanum, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann sigur, at serliga endamálið við leiðreglunum er at bøta um trygdina hjá lærarunum
Hvørja fer, harðskapur verður framdur, skal boðast frá hjá skúlaleiðsluni, men talan kann eisini verða um at boða Arbeiðseftirlitinum frá.
- Í summum førum er rættast at fara til løgregluna, men sjálvsagt skal hetta umhugsast væl, tá ið hetta eru børn, vit hava við at gera, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
- Men er talan um barn við serligum tørvi, sum kanska hevur ein serligan atburð, verður løgreglan ikki blandað uppí.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at leiðreglurnar umfata eisini næmingin, sum fremur harðskapin.
Tað hevur stóran týdning at gera greitt hvørjar avleiðingar harðskapurin, ella hóttanin, skal hava fyri tann, sum hevur útint hann.
- Foreldrini hjá viðkomandi skulu altíð kunnast sum skjótast og síðan kallast inn til samrøðu við skúlaleiðara o.o, sigur hhann
Leiðreglurnar verða nú sendar til hoyringar hjá Skúlaleiðarafelagum. Tað verður eisini viðgjørt á álitisfólkaskeiði seinni í heyst og síðan verður tað verður sent lærarunum til kunningar.
Tað er ein veksandi trupulleiki at lærarar í føroyska fólkaskúlnum eru fyri harðskapi í skúlanum. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum. - Nógv dømi eru um, at lærarar verða slignir, sparkaðir og royttir og viðhvørt er harðskapurin ógvusligur, leggur hann afturat.
Í høvuðsheitum eru tað næmingar, sum leggjast á læraran við harðskapi og hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini. Summir næmingar eru heilt ungir, tá ið teir fremja harðskapin, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.
Tí hevur Lærarafelagið nú gjørt eitt uppskot um leiðreglur, sum skulu fylgjast, tá ið lærari er fyri harðskapi. Leiðreglurnar fevna eisini um, hvussu farast skal fram, tá ið næmingar, foreldur, ella onnur, hótta lærararan, ella bera seg hóttandi at. - Leiðreglurnar hava til endamáls at skapa fastar mannagongdir, tá ið lærari kemur soleiðis fyri, at næmingur fremur harðskap ella kemur við hóttanum, sigur Herálvur Jacobsen. Hann sigur, at serliga endamálið við leiðreglunum er at bøta um trygdina hjá lærarunum
Hvørja fer, harðskapur verður framdur, skal boðast frá hjá skúlaleiðsluni, men talan kann eisini verða um at boða Arbeiðseftirlitinum frá. - Í summum førum er rættast at fara til løgregluna, men sjálvsagt skal hetta umhugsast væl, tá ið hetta eru børn, vit hava við at gera, sigur formaðurin í Lærarafelagnum - Men er talan um barn við serligum tørvi, sum kanska hevur ein serligan atburð, verður løgreglan ikki blandað uppí.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at leiðreglurnar umfata eisini næmingin, sum fremur harðskapin.
Tað hevur stóran týdning at gera greitt hvørjar avleiðingar harðskapurin, ella hóttanin, skal hava fyri tann, sum hevur útint hann. - Foreldrini hjá viðkomandi skulu altíð kunnast sum skjótast og síðan kallast inn til samrøðu við skúlaleiðara o.o, sigur hhann
Leiðreglurnar verða nú sendar til hoyringar hjá Skúlaleiðarafelagum. Tað verður eisini viðgjørt á álitisfólkaskeiði seinni í heyst og síðan verður tað verður sent lærarunum til kunningar.
|










