Bannið, sum Føroya Lærarafelag hevur sett lærarum at fara setursskúla uttan at fáa tímar skrásettar fyri hetta, stendur framvegis við. Bannið varð sett fyri at sleppa lærarum undan tvístøðum.
– Bæði lærarar, næmingar og foreldur leggja stórt arbeiði í at fyrireika setursskúlaferðir, og tí kann verða møtimikið at avlýsa eina ætlaða ferð, tí tímar ikki eru til. Við banninum vil Lærarafelagið eisini vísa á, at tað ber ikki til áhaldandi at niðurraðfesta fólkaskúlan, uttan at tað rakar onkustaðni, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum.
Læraraformaðurin vísir á, at tað er greitt, at summir skúlar hava verið á setursskúla, síðan Lærarafelagið setti hetta bannið, og lærararnir hava fingið tímarnar skrásettar.
– Men tímarnir eru tiknir frá øðrum innan verandi tímajáttan hjá skúlanum; tað hevur við sær, at arbeiðstíðin hjá lærarunum í hesum skúlunum verður skeiklað, og annað týdningarmikið arbeiði í skúlanum vantar tímar. Hetta er tí eingin loysn, sigur hann.
Herálvur Jacobsen mælir Mentamálaráðnum til at hugsa um, hvønn týdning setursskúlin hevur fyri næmingarnar og trivnaðin.
– Setursskúlin má fáa fleiri tímar. Játtanin, sum er markað til setursskúlar, er ov lítil. So einfalt er tað. At flyta ímillum ymiskar kontur ber ikki til, tí allir kontur eru ov lítlar.
Í samrøðu við Skúlablaðið herfyri segði landsstýriskvinnan við skúlamálum, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at næmingar ikki skulu á setursskúla, ella at lærarar ikki skulu fáa løn fyri at fara á setursskúla við næmingum. Hon mælti til, at partarnir seta seg um borðið og tosa seg til sættis. Sambært formanni Føroya Lærarafelags hava eingir fundir verið um málið enn.