Lønin er tað, ið lærarar halda, at Føroya Lærarafelag fyrst og fremst skal raðfesta í arbeiði sínu.
Tað skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðuni.
Av teimum lærarum, sum svaraðu ískoytisspurningunum frá Lærarafelagnum í Talis-kanningini, halda 68 prosent, at Lærarafelagið fyrst og fremst skal hugsavna seg um at arbeiða fyri, at lærarar fáa meiri í lønarposan. Tað er serliga menninir, ið raðfesta hægri løn; 86,4 prosent av monnunum raðfesta hægri løn sum tað týdningarmesta, meðan 60,9 prosent av kvinnunum velja hetta. Størri skúlin er, lærararnir arbeiða á, størri eru sannlíkindini fyri, at lærararnir velja hetta fram um annað.
Lærarar eru bidnir um at raðfesta, hvat av 8 økjum teir halda felag teirra skal arbeiða við, og øll tey, ið hava svarað, hava havt møguleika fyri at velja 3 øki av teimum nevndu. Eftir hægri løn halda 56 prosent av lærarunum, at meiri eftirbúgving eigur at verða raðfest ovarlaga. Síðan kemur uppgávan at skapa hægri virðing í samfelagnum um arbeiðið hjá lærarum, tað halda 41 % av lærarunum er týdningarmikið, og 35 % halda, at betri umstøður er umráðandi. 34 % halda, at tað at útvega størri úrval av talgildum frálærutilfari á føroyskum er umráðandi. Tað er serliga í skúlum við einum næmingatali undir 100 næmingar, at lærararnir meta hetta vera týdningarmikið; ávikavist 33,3 % og 37,5 % hava valt hetta at vera millum trý tey mest umráðandi økini at raðfesta, samanborið við í miðal 19,1 % tvørtur um allar skúlastøddir.
Fleiri tímar til serligan tørv er eisini umráðandi fyri nógvar lærarar, tað halda 31 prosent, og har er tað serliga kvinnuligir lærarar, ið siga hetta; 38 prosent av kvinnunum raðfesta hetta samanborið við 15,9 prosent av monnunum. Her vísir tað seg eisini, at jú færri næmingar eru í skúlanum, jú fleiri lærarar halda, at hetta er týdningarmikið.
At fáa størri úrval av talgildum frálærutilfari á føroyskum og at lækka arbeiðstíðina fáa lægstu raðfesting, ávikavist 19 og 16 prosent.
Raðfestingin hjá skúlaleiðarunum er nøkulunda í samsvari við raðfestingina, lærararnir hava gjørt.
Á øðrum sinni hava lærarar havt møguleika at svara spurningum í Talis-kanning. Spurnablaðið var sent út til 856 lærarar og 46 skúlaleiðarar. Í alt 407 lærarar og 23 skúlaleiðarar hava svarað; tað svarar til, at svarprosentið er 48 prosent fyri lærararnar, harav 32 prosent hava svarað øllum spurningunum, og 52 prosent fyri skúlaleiðararnar, har 43 prosent hava svarað øllum spurningunum. Enn eru tað bara ískoytisspurningarnir frá Lærarafelagnum, sum eru almannakunngjørdir. Sjálv Talis-kanningin verður almannakunngjørd síðst í juni.