Fríggjadagin verður rættarfundur, har lærarar krevja endurgjald frá Føroya Lærarafelag, sum í fjør tók av lokaupphæddina upp á 100.000 krónur, sum lærarar seinastu mongu árini hava fingið, tá teir fyltu 67 ár.
Tað var um aldarskiftið, at skipanin við sonevnda lokaupphæddini varð sett í gildi hjá Føroya Lærarafelag. Talan er um skipan, har lærarar hava goldið inn til eina skipan, sum so gav teimum 100.000 krónur, tá teir gjørdust 67 ár.
Stórar atfinningar vóru um skipanina í fjør, og tað endaði við, at aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag 29. apríl í fjør við stórum meiriluta samtykti at taka skipanina av.
Á aðalfundinum atkvøddu 280 limir í Føroya Lærarafelag fyri at taka av skipanina. 61 atkvøddu ímóti, 6 atkvøður vóru blankar og 2 ógyldugar
Tað eru nógvir lærarar, sum eru sera misnøgdir, tí teir hava goldið inn í skipanina í eini 23 ár og eru akkurát ov stuttir til at fáa útgjald. Lærarar, sum ikki náddu at fylla 67 ár fyri 1. januar í ár fáa einki úr skipanini.
Tað eru eisini nógvir lærarar, sum hava verið í øðrum starvi, sum hava goldið inn í skipanina í vónini um at fáa útgjaldið.
Tá skipanin kom í gildi um aldarskiftið varð goldið úr skipanini alt fyri eitt. Tað vil siga, at dømi eru um lærar, sum kanska bara hava goldið eitt gjald í skipanina, og sum síðani hava fingið 100.000 krónur úr skipanini. Og so eru tað lærarar í dag, sum hava goldið inn í skipanina í eini 23 ár, og sum ikki fáa eitt klovið oyra aftur.
Fleiri misnøgdir lærarar hava tí stevnt Føroya Lærarafelag fyri avtalubrot.
Málið kemur fyri í Føroya Rætti fríggjadagin klokkan 14:15.