Sum partur av vinarbýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum eru Tróndheim, Norrkøping, Tammerfors, Odense og Kópavogur, er skulasamstarv ein av settningunum. Hetta snýr seg um seturskúlar fyri 8. flokksnæmingar, sum er uppá skift millum býirnar. Í ár var seturskúlin í Norrkøpin. Sum partur av skúlasamstarvinum er eisini, at lærarar hittast, eins og skúlastjórar eisini hittast til serligar skúlafundir.
Í hesum døgum eru 15 lærarar frá vinarbýum Odense, Tróndheimi, Norrkøping og Tampere við á fundi í Klaksvík, har ymiskt innan skúlaskap verður havt á lofti. Hesir lærarafundirnir eru uppá skift millum býirnar.
Eisini verður vitjað umkring fyri at kunna seg viðurskift her og annars tí, ið knýtir seg at skúlanum. Nú flettingin stendur fyri durum, sleppa tey eisini at royna seg sum tummarar, vambakonur, pylsuseymarar og m.m. Sjálvandi verður eisni borðreitt við hesum og ein góð lambasteik bíðar teimum eisini.
Umframt fundir í skúlanum og eina kunning um Klaksvík í breiðari merking í býráðshøllini, skulu lærarnir frá vinarbýunum síggja Christianskirkjuna og eina útferð í Kallsoynna, har tey m.a. síggja smiðjuna á Trøllanesi og skúlan í Mikladali.
Teir 15 lærarnir, sum komu mánadagin, lata væl at og halda, at her er serliga vøkur náttúra. Lærarnir frá vinarbýunum hjá Klaksvíkar kommunu fara heim aftur fríggjadagin.