- Tað er undrunarvert, at starvsfólk og brúkarar í fólkaskúla ikki hava galdandi prógv í fyrstuhjálp. - Tað sigur Jákup av Skarði, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum
Hann heldur, at Mentamálaráðið eigur beinanvegin at skipa fyri, at lærarar sleppa á skeið í fyrstuhjálp og í grundleggjandi brandskeið.
- Næmingar eru í skúlanum stóran part av gerandisdegnum og eiga sjálvsagt at kenna seg tryggan, sigur nevndarlimurin í Lærarafelagnum
Hann heldur, at ein týdningarmikil partur í tí er, at lærarar duga at veita fyrstuhjálp og at sløkkja eld.
Jákup av Skarði sigur, at í summum førum dettur lærarin niður ímillum, tí at ábyrgdin av skúlanum er býttur sundur ímillum landið og kommunurnar. Og summi øki føla hvørki landið, ella kommunurnar, at tey hava ábyrgdina av.
Tí er støðan trann, at á onkrum skúla sleppa lærarar á á ymisk skeið, ið kommunur rinda, samstundis sum at aðrar kommunur nokta at rinda fyri skeiði og vísa til Mentamálaráðið.
- Tað er komið fyri, at starvsfólk á dagstovni sleppa ókeypis á fyrstuhjálparskeið, men sama kommuna ikki rindar fyri lærarar, sigur Jákup av Skarði.
Hann sigur, at tað hevur við sær, at næmingur eru allan dagin í skúlanum saman við lærarum, sum ikki hava skeið í fyrstuhjálp, fyri síðan at fara í frítíðarskúla, har starvsfólk hevur slík skeið.
Hann heldur, at Mentamálaráðið skal framhaldandi hava ábyrgd av lærarunum, og tað eigur ikki at koma upp á tal, at kommunurnar taka hetta økið.
- Av tí sama er tað sjálvsagt, at Mentamálaráðið skal skipa fyri skeiðum av ymsum slagi fyri at tryggja føroyskum fólkaskúlalærarum so eins førleikar sum gjørligt.
- Vit mugu ikki koma í ta støðu, at tað er munur á, hvar í Føroyum lærarin starvast. Mentamálaráðið má gera sítt til, at lærarar í ymsu skúlunum, í so stóran mun sum gjørligt, arbeiða undir somu fortreytum.
Jákup av Skarði sigur, at hann kundi hugsa sær, at Mentamálaráðið skipaði fyri skeiðum í fyrstuhjálp og brandskeiði hesi bæði næstu skúlaárini.
- Samstudis eigur samstarv at verða tikið upp við Fróskaparsetrið, soleiðis at lesandi á námsvísindaligu deildini fáa høvið at taka somu skeið.
- Síðan liggur tað til Mentamálaráðið at hava skipaðar dagføringar, so at prógvini verða endurnýggjað eftir galdandi reglum, sigur Jákup av Skarði.
|










