Aftur í ár fer Føroya Lærarafelag at skipa fyri lærarakonsert. Konsertin verður í kvøld, fríggjakvøldið 7. februar, kl. 19.30 til uml. kl. 23 á Reinsarínum í Havn.
Tey, ið framføra eru øll lærarar ella læraralesandi.
Luttakandi tónleikarar eru:
Lív, Elly og Heri, Ásbjørn Berthelsen, Dagfinn Olsen, Ingun Háberg, Guðrun Sólja og Høgni Jógvanson.
Eisini verður spurnarkapping.
Tiltakið er alment og er ókeypis.