Lærarafelagið skal vera meiri ágangandi ímóti landsins myndugleikum. Tað heldur meiri enn annarhvør lærari.
Skúlablaðið skrivar í morgun, at ein kanning ímillum lærararnar vísir, at 52 prosent av lærarunum halda, at Lærarafelagið skal vera meiri ágangandi ímóti Mentamálaráðnum.
Afturat teimum eru 38 prosent av lærarunum lutvíst samdir í hesum, vísir kanningin.
Hetta er ein kanning, tey nevna Talis-kanningin.
Skúlaleiðararnir eru eitt sindur varnari, har halda 37 prosent, at Lærarafelagið eigur at vera meiri ágangandi, og 32 prosent eru lutvíst samd.
Tað eru serliga lærarar, sum arbeiða í størri skúlum, sum halda, at Lærarafelagið eigur at vera meiri ágangandi mótvegis Mentamálaráðnum.
Formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsem, sigur við Skúlablaðið, at Lærarafelagið arbeiðir javnt og samt saman við Mentamálaráðnum um at loysa mál, sum partarnir eru ósamdir um.
Hann sigur, at ofta eydnast tað men í onkrum máli hóttir Lærarafelagið við tiltøkum, har tað er neyðugt har tað ber til.
- Men vit fara ikki alment út við hóttanum ella seta ikki tiltøk í verk, uttan at støðan er fastlæst.
Hann nevnir málið um bachelorískoytinum, sum felagið boykottaði, tí gjald varð kravt fyri lesnaðin.
- Onnur mál verða loyst, áðrenn tað kemur so langt, sigur Herálvur Jaobsen.
Hann leggur afturat, at serliga síðan 2010 hava sparingar gjørt tað torført at reka skúlar skynsamt.
- Serliga er tað lága tímajáttanin og stívrenda eftirlitið við virksemisætlanunum hjá lærarum, sum voldir trupulleikar.
- Manglandi eftirútbúgving, lága játtanin til Sernám og eirindaleysu sparingarnar á Námi eru onnur vandamál.
Men Herálvur Jacobsen heldur, at tað ber ikki til alla tíðina at mála við svarta penslinum, tí so missir felagið trúvirði.
Men ´hóast lærarar halda, at Lærarafelagið kundi verið meiri ágangandi, halda teir allarflestu, at felagið umboðar væl sjónarmiðini hjá limum sínum, og at tað hevur stóran týdning at vera limur í felagnum.
- Tað eru serliga kvinnuligu lærararnir, sum hámeta limaskapin í felag teirra, 64,7 prosent av kvinnunum samanborið við 47,7 prosent av monnunum.
- Eisini skúlaleiðararnir eru samdir í, at limaskapurin er týdningarmikil, sigur Skúlablaðið.
|