Læraradagur treytaður av undirtøku

Í oktober í fjør skipaði Føroya Lærarafelag á fyrsta sinni fyri læraradegi. Undirtøkan var hampilig, einir 80-90 lærarar møttu, og afturmeldingarnar eftir dagin vóru sambært felagnum ógvuliga góðar.

Tað sigur Føroya Lærarafelag, nú nýggjur læraradagur stundar til. Dagurin í ár verður hildin í Skúlanum við Løkin í Runavík hin 5. oktober.

- Í ár verður dagurin skipaður eitt sindur øðrvísi enn í fjør, tá dagurin endaði við pallborðsorðaskifti. Í ár verður - sum í fjør - fyrraparturin settur av til áhugaverdar framløgur og seinnaparturin til bólkar, sum fáa evni at arbeiða við og at enda við leggja fram til kjak.

Føroya Lærarafelag sigur seg vóna, at 
undirtøkan í ár verður betri enn í fjør, og verður hon tað, verður læraradagurin eitt afturvendandi tiltak í oktober á hvørjum ári.

- Tað er tørvur á einum slíki degi, har lærarar kunnu koma saman at tosa um og viðgera evni, sum hava áhuga hjá øllum lærarum. Ein slíkur dagur kann ikki vera annan dag enn leygardag.

Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur seg vóna, at allir lærarar fara at seta kross í kalendaran og koma til tiltakið í Skúlanum við Løkin 5. oktober.