Læra grikkar í First Lego League

Á túri í Týsklandi fingu griksku næmingarnir eyga á ungu dreingirnar úr Runavíkar skúla.

Seinastu fimm árini hava fleiri næmingar í Runavíkar skúla brúkt nógva tíð og orku upp á at byggja lego og at fáa eitt tólmenni - ein robott - til at loysa ymiskar uppgávur.

 

Hetta hevur eisini givið úrslit hjá næmingunum, sum einastu trý árini greitt hava vunnið føroysku kappingina, First Lego League, sum kappingin verður rópt. 

 

Hetta hevur eisini givið næmingunum møguleikan at luttaka í kappingum uttanlands, eitt nú í Noregi og Týsklandi. 


Í næstu viku gongur leiðin burtur til fjarskotið land, hesaferð allan vegin heilt til Grikkalands.

 

Men, hví til Grikkalands?

 

- Jú, meðan LegoVinir luttóku í kapping í Týsklandi, vóru fólk úr Grikkalandi við fyri at fáa íblástur at fara undir at luttaka í First Lego League.

Á túrinum í Týsklandi fingu griksku næmingarnir eyga á ungu dreingirnar úr Runavíkar skúla og spurdu, um teir vóru áhugaðir í at koma til Grikkalands at vísa teimum, hvussu man luttekur í hesi kapping.

 

- Sjálvandi var hetta ein áhugaverd innbjóðing. Tí varð gjørt gjørt av at takka ja.

 

Tað sigur heimasíðan hjá Runavíkar skúla, sum heimasíðan hjá Runavíkar kommunu vísir til í greinastubba.

 

Í næstu viku fara dreingirnir úr Runavíkar skúla so saman við ferðaleiðarum avstað, og ferðalagið verður burtur í eina viku.