Læra føroyingar til at bjarga lívi

Vit kunnu ikki veita vissu fyri, at eingin fer at drukna, men vit skulu gera okkara ítarsta fyri at forða fyri tí

Fremsta orsøkin til, at ikki fleiri eru druknað í svimjiumhvørvinum, er hóast alt tann,  at tey duga at svimja.

Tað sigur Svimjisambandið eini feskari kunning í morgun.

Í seinastuni hava tvær vandastøður verið í svimjihallum í Føroyum og tí halda tey, at tað er hóskandi at vísa á hvussu Svimjisambandið kann hjálpa til at bøta um trygdina.

 

Svimjisambandið sigur, at tey kunnu bæði vegleiða um tilbúgvingar í svimjihallum, umframt at tey undirvísa í lívbjarging.

Tað ber eisini til at læra til lívbjargingardómara hjá Svimjisambandinum og harumframt undirvísa tey eisini í lívbjargandi fyrstuhjálp og í at brúka hjartastartara.

 

- Hetta er at kalla ókeypis, og einasta avmarking er, hvussu góða tíð, dómarar og undirvísarar hava til undirvísingina afturat sínum dagliga yrki.

Men hetta vindur nú so nógv upp á seg, at talan kann tó verða um at biðja um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, serliga tá ið tørvur er á skeiðum í arbeiðstíð.

 

Annars halda tey í Svimjisambandinum, at mest týðandi stig til at forða fyri druknivanlukkum, er at øll duga at svimja.

Og fyri at kunna kalla seg svimjara, skal ein klárara at svimja 200 metrar uttan at steðga.

Men í Føroyum er støðan ikki góð á hesum øki, tí kanning vísir, at minni enn helvtin av føroyskum børnum í fimta flokki, halda seg duga at svimja 200 metrar.

Men spjaðingin er stór, alt eftir hvar tey gingu í skúla, og um tey høvdu svimjihyl.

 

Teir fyrstu lívbjargararnir fingu prógv frá Svimjifelagnum í oktober 2009 og tað gav teimum førleikar til at geva tvey lívbjargingarprógv, nevniliga Lívbjargingarroyndina til svimjarar yvir 17 ár, sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari, og Lítlu lívbjargingarroyndina til svimjarar undir 17 ár.

 

Lívbjargingardómararnir fóru miðvíst til verka, at útbúgva so nógvar føroyingar sum gjørligt til lívbjargarar og higartil hava 52 føroyingar galdandi lívbjargingarprógv frá Svimjisambandi Føroya, av slagnum sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari. Hetta eru prógv sum ganga út á hvørjum ári.

 

Hartil hava 10 føroyingar galdandi prógv sum lívbjargingardómarar, ið skulu endurnýggjast fimtahvørt ár, og ein hevur prógv sum instruktør-instruktør, ið gevur rætt at geva lívbjargingardómarum prógv.

 

Svimjisamband Føroya kann sostatt bjóða ein pakka av trygdartiltøkum, sum eftir teirra tykki nøktar tørvin í føroyskum svimjihallum. Tað merkir, at vandin fyri druknivanlukku skal vera so lítil sum gjørligt. Men skuldu vanlukkan kortini hend, skal hjálp tryggjast so skjótt sum tilber.

 

- Vit kunnu ikki garantera at ein druknivanlukka ikki fer at henda, men vit gera tað vit kunnu til at minka um vandan.

- Oll, sum hava ábyrgd av svimjarum, eiga at vera lívbjargari. Men tað er enn betur, hevur svimjihøllin eisini skikkaðu lívbjargarar.

-  Men útgangsstøðið er, at tað er fólkið við beinleiðis ábyrgd fyri teimum sum svimja, ið eigur at hava galdandi lívbjargingarprógv, sigur Svimjisambandið.