Í kvøld fer Birgitte Nygaard at hava fyrilestur við heitinum “Familjulív – hvat er ein eydnurík familja” í Christianskirkjuni í Klaksvík.
- Vónirnar til parlagið og familjulívið eru í dag stórar. Alt skal vera fullkomið, so at tann lítla familjan skal kunna rúma sera nógvum, skrivar Birgitte Nygaard í síni frágreiðing um fyrilesturin.
Í fyrilestrinum fer hon at leggja dent á, at foreldrini hava ábyrgd av at vísa, at tey eru góð hvørt við annað.
- Tey eru tey vaksnu í familjuni, sum hava ábyrgdina av huglagnum í familjuni, henni, sum børnini skulu vaksa upp í, skrivar hon.
Birgitte Nygaard sigur víðari, at viðurskiftini millum ommu og ommubørn og abba og abbabørn eisini ofta eru merkt av viðurskiftinunum millum ommu, abba og foreldur at børnunum, men at tað vanliga eru børnini, sum kenna sviðan, um alt ikki ruggar væl.
- Tí er tað so týdningarmikið, at vit royna at skapa virðiligar og tryggar familjur. Familjur, har ymiskleikar eru eftirynskjandi, ósemjur ríkandi og sorg neyðug / sum ikki slepst undan, skrivar Birgitte Nygaard.
Hon sigur, at í eini familju er tað týdningarmikið at øll kunnu siga nei við góðari samvitsku fyri at kunna siga ja av hjarta og ikki hópin av hálvhjartaðum ja, ja, ja’um, sum so loksins enda í tí heilt stóra NEI.
- Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá einum pápa er at læra sínar synir at siga mammuni nei, sigur hon.
Birgitte Nygaard er námsfrøðingur, gift við Poul Nygaard og tey eiga tríggjar synir.









