Lær at gera greinahegn

Náttúrunetverkið er ein felagsskapur fyri tey sum starvast við og hava áhuga fyri náttúru. Náttúrunetverkið skipar fyri almennum tiltaki um greinahegn

Náttúrunetverkið skrivar at, avskornar greinar kunnu lættliga gerast bústaður hjá fuglum og smádjórum, um tær verða gjørdar til eitt hegn ístaðin fyri at verða burturbeindar. Við einum greinahegni i garðinum ert tú við til at økja um lívmargfeldi í nærumhvørvinum, og tú sleppur undan at at koyra fleiri túrar á brennistøðina um árið. Samstundis ert tú eisini við til at minka um útlátið, binda CO og veita lívd til bæði djór og menniskju.

Ein, sum veit alt um greinahegn, er Rikke Edberg, verkætlanarleiðari á Renosyd, sum seinastu árini hevur bygt kilometrar av hesum hegnunum saman við skúlum, barnagørðum og grannaløgum í Jútlandi. Í 2022 fekk Renosyd stuðul frá programminum Náttúruloysnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum til eina royndarverkætlan við greinahegnum, og síðani hava fleiri kommunur í Danmark tikið hugskotið til sín við nógvum fyrimunum.

Mikukvøldið 29. mai fer Rikke Edberg at greiða frá verkætlanini hjá Renosyd í Auluni í Finsen saman við Búgva Róin, gartnara í Vága kommunu, sum hevur gjørt sær royndir við greinahegnum í Føroyum.

Tiltakið er fyriskipað av Náttúrunetverkinum, og er alment og ókeypis.

 

Les meira um verkætlanina hjá Renosyd her:

https://renosyd.dk/.../bag-om-projektet-mere-natur-mindre...