Lær at gera eina app

Setrið bjóðar útbúgving í KT-verkfrøði

Fyri triðju ferð bjóðar Fróðskaparsetur Føroya eina útbúgving í KT-verkfrøði. Hetta verður gjørt í samstarvi við Mittuniversitetið úr Svøríki.

 

Stórur tørvur er á KT-verkfrøðingum í Føroyum, sigur Fróðskaparsetrið, og áhugin fyri útbúgvingini hevur verið stórur hvørja ferð, og hesuferð verður neyvan nakað undantak.

 

KT-verkfrøði er ein trý-ára útbúgving innan teldufrøði. Dentur verður lagdur á KT-skipanir, so sum bygnað, nýtslu og forritan av slíkum. Millum annað kann nevnast, at tey lesandi fáa frálæru í at menna appir til fartelefonir.

 

Arbeiðsøki hjá KT-verkfrøðingum er serliga í KT-vinnuni. Talan er um software-menning og KT-verkætlanarleiðslu, nýtslu av KT innan datainnsavnan og –viðgerð innan gransking og nýtslu av KT í veðurlagskanningum og –forsøgnum.

 

Í hesum sama sambandi søkir Fróðskaparsetrið eisini eftir einum námslektara, til at styrkja KT-verkfrøðisútbúgvingina sum heild.