Læknin er klárur – men hann verður ikki settur í starv

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal nú svara upp á, hví einki hendur

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal nú greiða frá, hví ein lækni ikki verður settur í starv í Sandoynni.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi vísir á, at tvey størv sum kommunulækni eru í Sandoynni, men bara annað starvið er mannað við lækna í føstum starvi. Hitt starvið eru tað skiftandi avloysarar sum røkja.

Tað er av stórum týdningi at hava trygg og støðug læknaviðurskifti, og tað hevur serliga stóran týdning á oyggjunum, sum ikki hava fast samband við meginøkið, men har flutningur til sjúkrahúsini er um firðir og sund, heldur tingmaðurin.

 

– Í Sandoynni er ein lækni í føstum starvi, sum harvið fær møguleika at byggja upp tað samband, og tað innlit í fólksins heilsustøðu, sum er neyðugt, sigur hann. Hinvegin eru tað skiftandi avloysarar, sum røkja hitt starvið, men teir kenna ikki sjúklingarnar líka væl og tí eru tær viðtalurnar merktar av tíðarspilli, serliga fyri kronisku sjúklingarnar.

 

Samstundis sigur Páll á Reynatúgvu, at hann veit um læknar, sum vilja verða settir í fast starv í Sandoynni, men framhaldandi mugu sandoyingar og skúgvoyingar finna seg í eini skipan við avloysarum.

– Hettar er ikki í lagi, tá ið læknar finnast, sum hava áhuga í at verða settir í fast starv í Sandoyar læknadømi, leggur hann afturat – og nú vil hann so hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.