Læknin á Tvøroyri tikið uppsøgnina aftur

Kommunulæknin á Tvøroyri fer ikki úr starvinum, sum annars ætlað

Arnhold O. Jensen, sum er annar av tveimum kommunulæknum á Tvøroyri, heldur fram sum kommunulækni í 2014.
 
Tann 38 ára gamli kommunulæknin hevði annars sent heilsumálaráðnum eina uppsøgn, tí hann metti seg ikki fáa nóg góðar sømdir. Eitt nú var hann ónøgdur við, at kommunan ikki vildi gjalda fyri ein skrivara, eins og summar kommunur gera. Kommunan segði, at skrivari var íroknaður lønini, hann fekk.
 
Men nú hevur Arnhold O. Jensen tikið umsóknina aftur.
 
- Eg kann vátta, at eg havi tikið umsóknina aftur, tí eg og kommunan eru komin ásamt eini semju. Aðrar viðmerkingar havi eg ikki, sigur Arnhold O. Jensen við in.fo.
 
Marit Pólsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Tvøroyrar Býráð, sigur, at kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy eru samdar um at seta eitt heilsustarvsfólk til kommunulæknarnar á Tvøroyri, í eini roynd at varðveita kommunulæknan, sum annars hevði sagt upp frá 1. januar at rokna.


Á býráðsfundi í gjárkvøldið samykti Tvøroyrar býráð at seta heilsustarvsfólkið, og har varð upplýst, at hinar báðar kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy, kommunan í Fámjin og kommunan í Hvalba, eisini taka undir við ætlanini og at rinda sín part av útreiðslunum.



Tvøroyrar Býráð vil ikki beinleiðis siga, at talan er um ein skrivara til læknan.



Býráðslimir siga hinvegin, at talan er um eitt heilsustarvsfólk, ið er ætlað sum ein tænasta til kommunulæknan og til borgararnar í norðaru helvt í Suðuroy.


Heilsustarvsfólkið, sum kommunulæknarnir á Tvøroyri sjálvir skulu seta og gera arbeiðslýsingina hjá, kemur at gera ymiskt fyri læknarnar so sum at máta blóðtrýst og so framvegis.
 

Býráðslimir halda, at hetta fer at lætta um hjá kommunulæknunum, samstundis sum at tað fer at stytta um bíðitíðirnar hjá sjúklingunum.