Lækni í Nepal: - Hetta er hjartaskerandi

Eins og India loyvdi Nepal eitt nú festivalum, politiskum fundum og brúdleypsveitslum undir farsóttini, og hetta kann vera ein av orsøkunum til, at londini nú eru so hart rakt av farsóttini.

 

 

Í fjallalandinum Nepal, sum liggur millum India og Kina, búgva 28 miljónir fólk. Her rakar koronu-farsóttin so ógvusliga í løtuni, at neyðugt hevur verið at biðja herin hjálpa til við at brenna lík. VG hevur í dag skift orð við lækna, sum starvast á sjúkrahúsinum, Medicare í høvuðsstaðnum, Katmandu. Læknin, Dr. Mamata Rimal, stúrir fyri, at støðan í Nepal kann gerast líka so álvarslig sum í India - og kanska verri um einar tíggju dagar ella so.

 

Í dag doyðu 88 fólk í Nepal við covid-19, og eg haldi, at hetta er størsta tal, síðan farsóttin fór at gera um seg, sigur Mamata Rimal við VG. Á sjúkrahúsinum, har hon arbeiðir, eru 14 sengur av 100 til koronu-sjúklingar. Hon sigur, at tey kunnu ikki taka ímóti fleiri koronu-sjúklingum, tí tey hava ikki súrevni til sjúklingarnar. Støðan versnar fyri hvønn dag, sum gongur. Hetta er hjartaskerandi, sigur læknin, sum leggur aftrat, at tey eru noydd at senda sjúklingar í heimasóttarhald, tí intensivu deildirnar í landinum eru fullar. 

 

Dr. Mamata Rimal vísir á, at tað eru fleiri, sum doyggja uttan yvirhøvur at hava verið kannað fyri covid-19. Men, tað er ikki bara kvinnuligi læknin, sum er órógvað av støðuni í Nepal. - Tað, sum hendir í India í løtuni, er ein ræðuligur forsmakkur upp á okkara framtíð, um vit ikki megna av avmarka seinastu covid-19 bylgjuna, sum krevur lív fyri hvønn minutt sum gongur, segði Netra Prasad Timsina, leiðari hjá Reyða Krossi, fyrr í hesi vikuni.

 

CNN veit at siga, at talið av smittaðum í Nepal er vaksið við 1200 prosentum um dagin í mun til byrjanina av apríl mánaði. Fríggjadagin setti smittutalið met við 9.196 nýggjum covid-19 tilburðum, og Reuters veit um støðuna í Nepal at siga, at 44 prosent av koronu-kanningunum í landinum eru positivar. Nepal stríðist við yvirfylt sjúkrahús og vantandi súrevni, og landið hevur biðið umheimin um meira koppingarevni. Higartil hava stívliga tvær miljónir av 28 miljónum íbúgvum í Nepal fingið koppseting við AstraZeneca.

 

Sambært CNN hevur Nepal í løtuni 20 tilburðir dagliga við covid-19 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tað merkir, at landið í løtuni hevur umleið sama smittuútbreiðslu, sum India hevði fyri tveimum vikum síðan. Men, forsætisráðharrin í Nepal, K.P. Sharma Oli, helt leygardagin, at koronu-støðan í landinum er undir eftirliti, hóast farsóttin spjaðir seg kring um í landinum.

 

- Vit mugu siga, at covid-19 støðan í landinum er undir eftirliti. Vit seta í verk strong tiltøk fyri at hava støðuna undir eftirliti - og fyri at fáa veitingar við súrevni og fleiri seingjaplássum á intensivu deildunum, samstundis sum vit mugu hava sjúkrabilar tøkar í gøtunum, segði forsætisráðharrin í Nepal.

 

Eins og India loyvdi Nepal eitt nú festivalum, politiskum fundum og brúdleypsveitslum undir farsóttini, og hetta kann sjálvsagt vera ein av orsøkunum til, at londini nú eru so hart rakt av farsóttini.