Myndir: Læknastríðið í nýggjum hami

Mikukvøldið varð boðið til frumsýning í býráðshøllini av smáum filmsbrotum um læknastríðið.

Til hetta tiltakið vóru boðin Mentanarnevndin og teir sjónleikarar ella statistar, sum eru við í teimum 13 filmrbrotunum, ið gjørd eru til hetta høvið.

 

Sum kunnugt gjørdi Saxofilm eina sjónvarpsrøð í fýra pørtum til DR2 í 2021 um læknastríðið. Tá kom so nógv gott heimildartilfar undan kavi, at hildið varð skilgott, at fáa hetta tilfar betri til høldar eisini til gagn fyri tey, sum búgva í og annars vitja Klaksvík.

 

Tí gjørdi Klaksvíkar kommuna samstarv við Saxofilm um at fáa fortalt og lutvíst endurspælt søguna, sum nú kann síggjast og hoyrast umvegis QR-lyklar ymsa staðir í býnum.

 

Hetta er søgan á gøtuni, ”Gakk og hygg – Walk and watch” eitt virtuelt søgusavn - ella tykissavn, sum tað eisini kann kallast, ið snýr seg um Læknastríðið, søgd í nýggjum hami á staðnum, har leikur fór fram.

 

##med2##

 

Soleiðis gert tú

 

Tú fert á støðini, har søgan hendi fyri nógvum árum síðan í 1953-55 – við tíni snildfon ella teldli, lesur QR-lykilin og ein stutt søga, filmur og frásøgn við Annfinni Heinesen sum verti, kemur upp.

 

Skjótt fært tú ímyndir og søgur fortaldar um, hvat hendi júst her – og á teimum ymsu støðunum, serliga við havnalagið úti í Klaksvík. Á henda hátt gerst søgan um læknastíðið ítøkilig og væl fortalda.

 

Tað er gjørdur ein faldari við korti, sum fæst á Kunningarstovuni, í Miðlan og á Fornminnasavninum, ið greiðir frá á føroyskum, donskum og enskum um, hvar QR-lyklarnir eru at finna – og eru filmsbrotini eisini á føroyskum, donskum og enskum.

 

Um onkur hevur viðmerkingar ella hevur okkurt at leggja afturat, er Saxofilm áhugað at hoyra.

 

Framløga

 

Faldarin og verkætlanin annars verður framløgd leygardagin á Sjómannadegnum, hetta eisini tí at stórur partur av leikpallinum hjá læknastríðnum var í økinum, har sjómannadagarnir í dag verða hildnir í sátt og semju.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##