Læknar rópa neyðarróp á Landssjúkrahúsinum

Støðan er so spent at nú kókar yvir og Landssjúkrahúsið er við at smokka saman

 

 

- Landssjúkrahúsið er við at knekka!

Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur, at hetta eru greiðu boðini, trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá serlæknafelagnum.

Rigmor Dam er sjálv limur í trivnaðarnevndini og har hevur serlæknafelagið verið á fundi, har støðan á Landssjúkrahúsinum varð umrødd.

- Tað var ikki tespuligt, at hoyra serlæknafelagið greiða frá støðuni. Teir søgdu orðarætt at Landssjúkrahúsið ”knekkar” og at tað er ein vanlukka sum fer fram.

Støðan er tann, at tað eru alt ov fáir serlæknar í Føroyum. Fleiri av teimum sum eru, eru komnir upp í árini og samstundis hava nakrir sagt upp, og aðrir eru í ferð við at siga upp.

- Samstundis eru tríggir serlæknar sjúkrameldaðir fyri strongd, so sum heild er støðan hættislig.

Tað rakar eisini aðrar fakbólkar, eitt nú eru fimm fólk í portørtænastuni farin seinastu tíðina og sjúkrarøktarfrøðingar verða eggjaðir at fara til Noregs at arbeiða, tí lønin er so góð.

 

Rigmor Dam sigur, at ein yvirlækni í ortopedi er farin av Landssjúkrahúsinum og hon hevur fingið at vita, at ein afturat ætlar sær at fara í summar.

Orsøkin er, at arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi, eitt nú er vaktartrýstið ov stórt.

Kona hansara er serlækni í barnapsykiatri á Landssjúkrahúsinum og hon fer samstundis.

Sostatt missir Landssjúkrahúsið ein ortoped og barnapsykiataran í einum.

 

Í næstum fer ein ortopedur frá fyri aldur, og sostatt er avleiðingin, at summar er so eingin serlækni í ortopedi á Landssjúkrahúsinum og yvirlæknin í barnapsykiatri fer sama veg.

Tingkvinnan hevur hoyrt, at starvsfólkið á deildini eru kunnað um støðuna, tó at hann kanska ikki formliga hevur sagt upp enn.

 

Rigmor Dam sigur, at skulu vit samanbera okkum við donsk viðurskifti, skuldu tað verið 10 narkosulæknar í Føroyum men vit hava bara fýra, har teir tveir eru yvir seksti ára gamlir.

- Vit skuldu havt fimm røntgenlæknar, men vit hava tveir, har ein er yvir 60. Vit áttu at havt sjey ortopedar, men í summar hava vit kanska ongan

Vit hava tveir serlæknar í magasjúkum í landinum, av røttum skuldu teir verið fimm eftir fólkatalinum.

 

Samstundis skuldu vit havt fimm serlæknar í kvinnusjúkum í landinum, men vit hava bara tveir, har annar er yvir 60, umframt at ráðgevarar eru knýttir at Landssjúkrahúsinum.

 Rigmor Dam staðfestir, at orsøkin er, at samgongan ikki hevur játtað Landssjúkrahúsinum nóg mikið at pengum.

 

Karsten Hansen vísir á, at tveir ortopedar eru í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum, umframt ein serlækni í hond-ortopedi og ein plastskurðlækni.

Harumframt eru tveir ráðgevarar í ortopedi, sum regluliga arbeiða á Landssjúkrahúsinum.

 

Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at eingin hevur sagt upp, sigur Karsten Hansen, og tí skilir hann ikki, hví tað verður ført fram, at læknar fara at siga upp.

Hinvegin hevur hann fleiri ferðir víst á, hvussu torført tað er at fáa fatur á serlæknum til Landssjúkrahúsið.

Men í hansara tíð sum landsstýrismaður eru kortini fimm og ein hálvur serlæknar fleiri í starvi á Landssjúkrahúsinum, enn tað vóru áðrenn.

Samstundis er peningur játtaður til ein serlækna í giktasjúkum afturat í ár.

- Tað er ein avbjóðing at fáa serlæknar, men tað er at fara púra skeivur at halda, at vit ikki viðgera trupulleikan, sigur Karsten Hansen.

- Eftirspurningurin er størri enn útboðið, men har tað ikki eydnast at fáa læknar í fast starv, hevur tað eydnast at fáa avtalur við læknar, sum koma higar við jøvnum millumbili, sigur hann.

- Eg havi gjørt vart við, at fíggjarligu umstøðurnar eru trongar, men eg havi ikki merkt nakað til at samgonga og andstøða hava gjørt nakað serligt fyri at hækka játtanina, sigur hann.