Danskir fjølmiðlar skriva, at yvirlæknin Daniel Steinbrüchel hevur misbrúkt granskingarpengar í fleiri ár, og at hann hevur keypt innbúgv og list fyri meiri enn 200.000 krónur, sum skuldu brúkast til gransking. Tað seinasta keypið var tríggir málningar, sum yvirlæknin keypti fyri góðar 16.000 krónur, sigur TV2.
Formaðurin í danska læknafelagnum er sera harmur um framferðina hjá teimum trimum. Mads Koch Hansen sigur, at hóast málið snýr seg um tríggjar einstaklingar, verða allir læknar stemplaðir, og tí hevur felagið stóran áhuga í, at tað verður ruddað upp í tí.
Jyllands-Posturin hevur fyrr avdúkað, at læknar hava brúkt granskingarpengar til familjuferðir og dýrar marglætisdøgurðar.