- Samgongan er í ferð við at jarðleggja Landssjúkrahúsið við sparingum. Tað staðfestir Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn. Annfinn Brekkstein er býráðslimur fyri Sambandsflokkin og hann hartar nú síni egnu fyri at stýra so illa, at Landssjúkrahúsið er við at rapa saman av sparingum.
Sparingarnar, sum Landssjúkrahúsið skal seta í verk, hevur onki við nakra miðvísa ætlan fyri Landssjúkrahúsið at gera, og tær hava heldur onki við nakrar miðvísar skilbøtingar í rakstrinum at gera, sigur hann. Hann staðfestir, at flest øll starvsfólk á Landssúkrahúsinum eru óttafull, ørkymlað og ótrygg.
- Vit tosa um fólkavøkstur og at fáa útbúgvið fólk aftur til landið, eitt nú læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, so at vit alla tíðina kunnu hava eitt vælvirkandi Landssjúkrahús.
Men tað ber ikki til, soleiðis sum økið nú er skipað og soleiðis sum leiðslubygnaðurin er í sjúkrahúsverkinum. Annfinn Brekkstein sigur, at tað, sum Karsten Hansen og restin av samgonguni, ger, at taka politisk ræðið á læknafakligum raðfestingum.
- Føroyskir politikarar fremja smálutastýring av sjúkrahúsverkinum eins og í fiskivinnuni - og í báðum førum er úrslitið vánaligt - og í ringasta føri fiasko, sigur hann. - Skerjingin av ríkisveitingini 366 milliónir krónur, sum Karsten Hansen gjøgnumførdi sum landsstýrismaður í 2002, rakar nú vælferðina.
Annfinn Brekkstein heldur, at tað er ov nógv óneyðugt órógv rundan um heilsuverkið og Karsten er sjálvur upprunaliga orsøkin til ruðuleikan, tí hann hevur hevur frásagt sær stórar inntøkur til vælferðatænastur, og hevur ongar nýggjar inntøkur sett í staðin. - Ótryggleiki og ótti hevur í longri tíð verið gerandisdagurin í heilsuverkinum. Sum land eru vit við at verða afturútsigld, tá talan er um at fáa vælskikkaðar læknar aftur til landið at arbeiða. - Tað øvuta hendir í løtuni, tí væl útbúnir læknar flýggja av landinum.
- Og tá tey hava gjørt sínar læknafakligu metingar, eiga okkara politikarar at lurta eftir og samstarva nógv betri við fakkunnleikan! Annfinn Brekkstein spyr eisini, hví ikki sparingar verða settar í verk á ”smáu kostnaðarmiklu” sjúkrahúsunum, sum hann málber seg.
Les meiri um, hvat Annfinn Brekkstein heldur um heilsuverkiðm við at trýsta HER
- Eftir hesum fráboðanum at døma, fara hvørki høli ella útgerð at verða brúkt til sjúkraviðgerð í framtíðini. Alt hetta, sum hendir boðar ikki frá góðum, sigur býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum í høvuðsstaðnum. |