Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, sigur, at stórur tørvur er á eini læknamiðstøð í Vestmanna. Fólk, sum hava brúk fyri lækna, hava havt vánaligar umstøður, og læknarnir sjálvir hava eisini gjørt vart við, at umstøðurnar hava verið út av lagi. Soleiðis hevur verið í eini 20 ár ella so.
Hann sigur, at kommunan tí hevur gjørt av at byggja eina læknamiðstøð, og útgravingararbeiðið er júst byrjað. Enn er ikki nøkur tíðarfreist sett á, nær læknamiðstøðin skal verða liðug, men vónað verður, at hon stendur klár at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina næsta ár.
Borgarstjórin sigur, at tað er kommunan sjálv, sum byggir læknamiðstøðina, og hetta verður ein íløga á einar 5-6 miljónir krónur.
- Í fyrsta lagi verður læknin her. Vit hava eisini tannlækna, sum hevur hildið til í skúlanum í nógv ár. Hesin hevur eisini vánaligar umstøður at arbeiða undir. Tá læknamiðstøðin stendur liðug, er ætlanin at samskipa lækna og tannlækna soleiðis, at báðar hesar tænastur verða undir sama taki.
Hann vísir á, at tað, tú ofta sært í slíkum arbeiði, er, at læknin er rættiliga einsamallur í sínum arbeiði og umhvørvi.
- Her er vanliga ein lækni og ein læknaskrivari. Men, við at hava lækna og tannlækna undir sama taki, fáa vit fleiri fólk at arbeiða saman, og soleiðis fáa vit eitt ávíst sosialt umhvørvi í teimum felags hølum, sum verða í læknamiðstøðini, sigur Pauli T. Petersen. borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Myndina tók Birgir W. Høgnesen.