Lækkingin kostar á Eiði

Skattainntøkan er eitt sindur lægri, nú skattaprosentið er væl lægri, enn tað var í fjør

Tað vakti ans, tá ið borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, tíðliga síðsta heyst boðaði frá, at bygdaráðið í sambandi við fyrireikingarnar av fíggjarætlanini fyri 2016 ætlaði at lækka skattaprosentið úr 20,75 og niður í 18,75.

 

Borgarstjórin helt, at hækkingin í inntøkunum átti at koma ikki bara kommunukassanum men eisini borgarunum til góða. Hann segði eisini, at Eiðis kommuna vil fegin hava fleiri at búseta seg í teimum trimum bygdunum í kommununi – Eiði, Ljósá og Svínáum – og at lægri skattaprosent skuldi síggjast sum agn fyri at fáa fólk at flyta til.

 

Eftir at Eiði hevði gjørt av at lækka kommunuskattin, tóku fleiri aðrar kommunur sama stig ella tær lækkaðu foreldragjaldið fyri stovnspláss, og tað vóru fleiri, sum ásannaðu, at hetta var liður í kappingini um at fáa lut í fólkavøkstrinum.

 

Nú fyribilstølini fyri kommunuskattin í januar mánað 2016 eru tøk sæst, at skattainntøkan í Eiðis kommunu er nakað lakari fyrsta mánaðin í ár, tá sammett verður við sama mánað í fjør. Inntøkan í januar í ár var 1.298475 krónur, meðan hon í fjør var 1.328.812 krónur. Lækkingin er 30.337 krónur, sum svarar til lutfalsliga afturgongd upp á 2,28 prosent. Samantalt fyri allar kommunurnar var lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum í januar 4,72 prosent.

 

Enn er tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvussu tað fer at ávirka skattainntøkuna í Eiðis kommunu, at skattaprosentið nú er umleið 10 prosent lægri, enn tað var í fjør. Talan er um bygdakommunu, har lutfalsliga ikki so lítil partur av inntøkunum stava frá fiskivinnuni og harvið kunnu broytast nógv frá einum mánað til tann næsta.